Nes kommuna hevur aftur hesaferð gjørt eitt gott arbeiði fyri at fáa vøllin ruddaðan fyri kava.
Fleiri lið í bestu deildini byrja sítt regluliga undankappingarár í kvøld. Millum annað B68. Og sum myndin vísir, so hevur Nes kommuna fingið vøllin, sum telist millum teir sum liggja hægst í Føroyum, grønan til fyrstu venjing.
Hetta hevur eyðkent vøllin á Svangaskarði síðstu árini, at tað liggur sera væl fyri at halda vøllin grønan fyri kava. Tí hava eisini fleiri onnur lið spælt venjingardystir á Svangaskarði. Eina leygardagin í fjør vóru fýra dystir leiktir á honum.