At enda nummar tvey ístaðin fyri nummar trý kann fáa stóran týdning í ár.
Fleiri viðmerkjar hava síðstu tíðina viðmerkt, at stóra kappingin í Betri Deildini í løtuni er um 4. plássið og niðurflyting. Eingin hevur nevnt gloymdu kappingina um 2. plássið.
At enda nummar tvey ella trý hevur ongan týdning hava tey flestu hoyrt sagt onkuntíð okkurt ár. Men í ár kann tað fáa stóran týdning.
Orsøkin er, at KÍ er annað liðið í finaluni um løgmanssteypið og útfrá stigatalvuni er sannlíkt, at KÍ vinnur FM. Og sannlíkt er eisini, at steypavinnarin byrjar í 2. umfari í Conference League á sumri 2026 eins og hann hevur í 2025 og 2024, tó at hetta ikki kann sigast við vissu enn. Siga vit, at KÍ vinnur FM og Víkingur ikki endar nummar tvey, sum Víkingur eftir 16. umfar er í minsta lagi 11 stig frá, so vil ein sigur til KÍ í steypafinaluni gera, at nummar tvey í landskappingini fær plássið sum steypavinnari í altjóða fótbólti 2026 og byrjar mest sannlíkt í 2. umfari í Conference League.
Hetta hevur stóran týdning fíggjarliga, fyri styrkismeting framyvir og økir um møguleikarnar at koma langt í altjóða fótbólti bæði sama ár og tey komandi fimm árini.
At byrja í 2. umfari í Conference League gevur í pengum eina minsta upphædd á 3,9 mió ímun til, at byrja í 1. umfari gevur eina minsta pengaupphædd á 2,4 mió. Tað merkir, at 2. plássið kann hava eitt fíggjarligt virði á 1,5 mió. Umframt, at felagið fær 1,5 stig fyri at koma til 2. umfar, meðan tað fær 1,0 stig fyri at koma í 1. umfar. Tað hjálpur til styrismetingina komandi árini hjá felagnum.
Sostatt kann tað fáa stóran týdning at enda á 2. plássi, men tá krevst eisini, at KÍ vinnur greipuna og at steypavinnarin byrjar í 2. umfari í 2026.