Vit hava spurt svenska venjaran um hald er í leysasøgunum um, at hann verður nýggjur venjari hjá KÍ.
Í gjár skrivaði bolt.fo, at navnið sum gekk runt til komandi KÍ-venjara var Glenn Ståhl. Seinni kom KÍ alment út við, at Espen Haug gevst í KÍ eftir hetta kappingarári. Men sum vit skrivaðu, so høvdu vit ongar ábendingar um, at nakað hald var í hesum leysasøgunum um Glenn Ståhl. Nú kann høvuðspersónurin so avsanna at tað verður hann.
- Eg kann ynskja KÍ til lukku við at halda kortini so tætt og so fari eg at ynskja KÍ og komandi venjaranum góða eydnu við kappingarárinum 2025. Eg havi havt nøkur tilboð frá fleiri feløgum í 2024, men tíðin hevur ikki verið tann rætta, sigur Glenn Ståhl við bolt.fo.
Tað ljóðar, at KÍ er komið undir land við at seta nýggjan venjara, men enn er einki komið út um, hvør tað er, men bara gitingar uttan góðar keldur.