Glenn Ståhl er væl nøgdur við kappingarárið hjá TB/FCS/Royn.
Svenski Glenn Ståhl kom til TB/FCS/Royn undan hesum kappingarárinum. TB/FCS/Royn hevur hava óstøðug úrslit, men hevur fingið 25 stig í landskappingini og kom í hálvfinaluna í kappingini um løgmanssteypið. Tí hevur TB/FCS/Royn framvegis møguleika at fáa fleiri stig enn í fjør, tá liðið fekk 29 stig.
Glenn Ståhl heldur ikki fram
Við bolt.fo sigur 47 ára gamli Glenn Ståhl í kvøld, at hann ikki heldur fram sum høvuðsvenjari hjá TB/FCS/Royn.
- Eg boðaði felagnum frá fyri nøkrum vikum síðani, at eg helt ikki fram. Í gjár fekk hópurin boðini. Hetta hevur verið eitt avbjóðandi ár. Serliga fyrsta partin av kappingini, tá vit bara høvdu 10-11 leikarar til venjing. Men eg eri sera stoltur av leikarunum, sum hava víst fyrimyndarligan hugburð hóast avbjóðandi umstøðurnar. Vit eru farnir frá at vera eitt lið, sum ikki megnaði at hava tvær samanhangandi avleveringar til at hava vaksið um partin við at hava bóltin. Burtursæð frá HB, so hava vit tikið stig frá øllum hinum liðunum í antin lands- ella steypakapping. So vit kunnu hyggja aftur á eitt gott kappingarár. Sjálvur havi eg ikki tikið støðu, hvar eg verið framyvir, sigur Glenn Ståhl við bolt.fo.
TB/FCS/Royn liggur í løtuni á 6. plássi í Betri Deildini hjá monnum.