30 ára gamli Gilli R. Sørensen hevur ongan sáttmála.
Odd bjóðaði Gilla nýggjan sáttmála, men føroyingurin takkaði nei. Nú skrivar rbnett, at Gilli er uppá tal í AaFK, sum spælir í bestu norsku deildini. Venjari har er Lars Arne Nilsen, sum fyrr hevur verið venjari hjá Gilla í Brann.