Gilli R. Sørensen hevur spælt sín síðsta dyst fyri barndómsfelagið á hesum sinni.
Tað lá í kortunum, tá Gilli gjørdi sáttmála við TB í mars, at steðgurin bleiv helst bara fram til í summar. Gilli hevur sagt við bolt.fo, at hann hevur verið og kannað umstøður í Danmark. Bæði Vejle og Silkeborg hava verið nevnd. Ein lokal heimasíða í Vejle skrivaði fyrr í hesum mánaðinum, at Gilli fer at skifta til Vejle. Sambært góðum keldum hjá bolt.fo hevur Gilli nú spælt sín síðsta dyst á hesum sinni.
Hagtølini hjá Gilla í TB hava verið góð. TB hevur fingið 12 stig í 12 dystum og havt málmunin 8-18, meðan TB í hinum báðum dystunum fekk 0 stig og hevði málmunin 1-14. Har skal sigast, at teir báðir dystirnir vóru á útivølli móti tveimum topp 4 liðum.