Géza Dávid Turi skoraði og spældi ein leiklut, tá Grimsby púra óvæntað sendi Manchester United út í Carabau Cup.
Grimsby kom á odda 2-0, men Manchester United svaraði aftur og fekk javnleik við málum frá Bryan Mbeumo og Harry Maguire. So skuldi brotssparkskapping til og har vann Grimsby eftir nógv brotsspørk. Teir sum brendu vóru mýggju álopsleikarararnir Bryan Mbuemo og Matheus Cunha. Millum málskjúttarnar í brotssparkskappingini var innskifti Géza Dávid Turi, sum var tryggur.
Eitt skekandi úrslit í Onglandi, har liðið úr 4. bestu deildini slerdu stórfelagið úr Premier League út við týðandi føroyskari luttøku. Í 3. umfari skal Grimsby møta Sheffield Wednesday á Hillsborough.
Greinin er dagførd kl. 22.54