Tveir føroyskir landsliðsleikarar fara at royna seg móti Premier League liðum hesa vikuna.
Jóannes Bjartalíð kom inn í farnu viku í play-off dystinum millum Crystal Palace-Fredrikstad. Tá vunnu favorittarnir, men bara 1-0, so alt er opið til seinna dystin, sum verðåur hósdagin kl. 17.00.
Géza Dávid Turi er byrjaður at fáa spælitíð í Grimsby, sum hevur fingið eina góða byrjan uppá kappingarárið. Nú er annað umfar í Carling Cup á skránni, har Grimsby mikukvøldið kl. 20.00 skal spæla á heimavølli móti Manchester United. Dysturin mikukvøldið verður vístur á TV3 Max.