HB var áveg móti oddasessinum, men uppá fáar minuttir vendi Víkingur øllum og vann 2-1.
Tað bleiv sum væntað ein javnur og spennandi dystur í Sarpugerði í kvøld.
Í fyrra hálvleiki var talan um lítið undirhaldsvirði, tí málmøguleikar vóru nærum ikki í hesum hálvleikinum. Kanska var dysturin merktur av, at hann kemur eftir ein landsliðssteðg, tá rytman ofta fer hjá liðunum.
Í seinna hálvleiki bleiv tað væl frægari, har liðini tóktust meira álopsinnað. HB kom á odda við góðum skoti frá toppskjúttanum Storm Bugge Pettersen, men tá 73 minuttir vóru farnir sendi Aron Benjaminsen fríspark innfyri í pannuna á Arnbirni Svenssyni, har HB-miðverjarnir tóktist alt ov passivir. Og løtu seinni endaði gott álop, har Aron og Sølvi Vatnhamar spældu saman, at Jósef Ó. Gleðisheygg smekkaði bóltin í málið úr spískum.
Tað endaði 2-1 og tað merkir, at Víkingur skoraði síni fyrstu mál og fekk sín fyrsta sigur í ár. Hjá HB var talan um fyrsta tapið í landskappingini undir André Olsen og vardi hetta heilar 21 dystir.
Úrslitið ger, at kappingin eftir trý umfør er spennandi, tí einki lið hevur fult stigatal. Og 2. páskadag møtast HB-B36 og KÍ-Víkingur.