TB vann ein púra óvæntaðan sigur á ólavsøku móti B36 og tryggjaði sær fyrsta sigurin í Gundadali í landskappingini í bestu deildini síðani 1992.
B36 var stórfavorittur til ólavsøkudystin móti TB. TB hevði undan dystinum bara vunnið ein dyst í ár og bara fingið eitt stig á útivølli.
Skjótt sást, at her kundi TB spæla við, tí fyrri hálvleikur var javnur. Í seinna hálvleiki fekk TB fyrsta málið tíðliga eftir gott álop í høgru síðu. Bólturin endaði hjá Joel Sundstrøm sum var tryggur. B36 royndi at leggja trýst á, men TB var væl skipað, og B36 kom nærum ikki til málmøguleikar. Í 84. minutti økti Mohamed Samba við framúrskarandi einstaklingaavriki og so kókaði millum mongu TB-viðhaldsfólkini. Eftir hetta fekk B36 onkran stóran málmøguleika, men inn vildi bólturin ikki. Sigurin hjá TB var uppiborin, og sum TB-liðið nú er mannað samstundis sum liðið hongur væl saman, so er als ikki vist, at liðið flytir niður. Amidou Diop er stóra stjørnan á liðnum og nú tykist sum, at hann megnar í størri mun at spæla allan dystin. Í miðverjuni spældi Musah Armah fyri fyrstu ferð í ár og hann spældi ein framúrskarandi dyst. Á høgra bakki spældi Torkil Holm og hasara kropsligi formur vísti, hví útlendsk feløg hyggja eftir 18 ára gamla bakkinum. Mohamed Samba vísti við seinna málinum, at hann kann á einumn góðum degi gera ymiskt við bóltinum, sum fáir megna. Og so løgdu allir TB-leikararnir eitt stórt arbeiðsavrik fyri dagin.
Seinast TB vann í Gundadali var í 1992, tá Jón Johannesen og Eyðun Gullok Svalbard skoraðu málini í 2-1 sigri. Hetta var eitt stórt vónbrot hjá B36, sum annars hevði sett eina røð av góðkendum úrslitum saman undan summarsteðginum.