Bakkurin hjá KÍ hevur spælt allar kappingardystir í 2025, men tað steðgar í síðsta dystinum.
Orsøkin er, at Jóannes hevur leikbann móti Kroatia. Jóannes hevur spælt allar lands-, steypa-, altjóða og landsdystir í 2025, harav er hann byrjaður inni allar 39 dystirnar uttan tveir landsdystir. Eingin landsliðsleikari hevur spælt so nógvar dystir ella minuttir í ár. Teir næstu á listanum fyri minuttir fyri felag og landslið eru Árni Fredriksberg, Odmar Færø, Páll A. Klettskarð og Andrias Edmundsson, sum allir hava spælt yvir 3000 minuttir.