Í einum jøvnum dysti var tað Lettland, sum var nærri við at fara við sigrinum síðstu løtuna.
Føroyar komu annars eins og í hinum heimadystunum í hesum bólkinum. Málverjin avleveraði skeivt og so kundi Brandur H. Olsen senda bóltin innfyri til Hanus Sørensen, sum skoraði. Hetta var fyrsti føroyski møguleikin í dystinum, meðan Lettland eisini hevði ein stóran møguleika í fyrra hálvleiki. Í seinna hálvleiki hendi ikki tað stóra fram til Lettland javnaði eitt sindur burturúr ongum. Og síðstu løtuna var Lettland nærri sigrinum, men tíbetur raktu teir ikki málið.
1-1 gjørdist úrslitið og tað merkir, at Føroyar á fyrsta sinni spæla eina Nations League undankapping uttan at vinna ein heimadyst. Hinvegin hava Føroyar heldur ikki tapt og trý stig verður helst nokk til at verða millum teir báðir bestu 4’arnir í deild c og sostatt verða tað upp- og niðurflytingardystir móti 2’arum í deild d um at varðveita plássið í deild c. Men enn eru tvey umfør eftir, so Føroyar kann koma av aftasta plássinum, men so krevjast stig í Armenia og/ella Norðurmakedónia.