Hon var besti kvinnuligi venjarin í 2024 í Danmark og 5. best av øllum.
Í 2021 bleiv danska Lene Terp sett sum landsliðsvenjari hjá føroyska kvinnulandsliðnum. Hon gjørdi ein fýra ára sáttmála, men hon gavst eftir egnum ynski, tá hon hevði verið venjari í tvey ár. Seinni sama ár bleiv hon venjari hjá Fortuna Hjørring
Venjararnir í bestu deildunum í Danmark hava valt ársins danska venjara fyri 2024. Bo Henriksen úr Mainz fekk heiðurin frammanfyri Thomas Frank, Kent Nielsen, Brian Priske og Lene Terp. Í løtuni liggur Fortuna Hjørring nummar eitt í bestu deildini í Danmark, fimm stig frammanfyri nummar tvey.