Hann spældi við HB fyri nørkum árum síðani.
Daniel ’’Elly’’ Pedersen er settur sum høvuðsvenjari hjá Frem í triðbestu donsku deildini, har hann frammanundan hevur verið hjálparvenjari. Daniel er fyrrverandi leikari hjá HB, har hann spældi tríggjar landskappingardystir í 2017. Hann bleiv av fleiri kallaður Griezmann, tí hann í samrøðu við FM1 segði, at hann sum typa var sum Antonie Griezmann, sum vit kenna frá m.a. Atletico Madrid og franska landsliðnum. Í HB slerdi hann tó ikki til og fór skjótt avstað aftur.