Hann spældi í íslendskum fótbólti í fjør.
29 ára gamli Benjamin Schubert var í 2023 og móti endanum av 2022 málverji hjá B68. Í 2025 spældi hann við íslendska felagnum Vestri. Har var hann eykamálverji, men spældi flestu seypadystirnar. Vestri vann steypakappingina, men flutti niður í næstbesta deildina.