Ein fyrrverandi føroyskur A-landsliðsleikari hevur fingið nýtt venjarastarv.
Tað er kvinnuliðið hjá AaB, sum boðar frá, at Claus B. Jørgensen, fyrrverandi føroyski landsliðsleikarin, er nýggjur venjari. Hann tekur yvir eftir Kristoffer Kvistgaard, sum er nýggjur venjari hjá kvinnuliðnum hjá KÍ.
AaB skal spæla um at koma í bestu deildina í 2023.