Dreymabyrjan hjá Mikkjali K. Thomassen í norskum fótbólti.
Í dag byrjaði landskappingin í Norra. Liðið hjá Mikkjal K. Thomassen, sum undan kappingini av teimum flestu er mett at enda eitt stað millum nr. 2 og 6, spældi á útivølli móti Kristianssund, sum hjá næstan øllum er favorittur at vinna deildina undan kappingini. Eitt mál kom í dystinum og tað skoraði Fredrikstad uppá langskot stutt eftir steðgin. Jóannes Bjartalíð spældi ikki, men væntast møguliga at blíva klárur til annað umfar, meðan Brandur H. Olsen er skaddur eina tíð afturat.
Bryne vann 2-1 móti Kongsvinger. Rógvi Baldvinsson bleiv skiftur inn, meðan Noah Mneney sat á bonkinum allan dyst. Mjøndalen, har Meinhard E. Olsen byrjaði inni, spældi 0-0 móti Åsane. Sandnes, har Gullbrandur Øregaard spældi allan dystin, vann 4-1 móti Skeid.