Báðir favorittarnir til at vinna norska meistaraheitið taptu í dag, meðan liðið hjá Mikkjal K. Thomassen vann og er nú bara tvey stig frá oddaliðnum.
Tað hevur gingið sera væl hjá uppflytarunum Fredrikstad higartil í kappingini. Liðið hevur bara tapt í 1. umfari, sum var móti Bodø/Glimt, sum er favorittur at vinna norska meistaraheitið. Í dag vann Fredrikstad 3-0 á útivølli móti Lillestrøm og var tað fimti sigurin á rað. Samstundis taptu Bodø/Glimt og Molde, meðan Brann spældi javnt. Sostatt vann bara Fredrikstad av topp 4 liðunum. Brandur H. Olsen kom inn í seinna hálvleiki og legði upp til eitt mál. Jóannes Bjartalíð er lagtíðarskaddur hjá norska liðnum, sum hevur Mikkjal K. Thomassen sum høvuðsvenjara og Elisabet Vang sum kropsligan venjara.
Nú hevur Fredrikstad á 3. plássi bara tvey stig upp til Bodø/Glimt, sum liggur á odda eftir níggju umfør.