PSG, Tottenham og Manchester United eru millum feløgini, sum leikararnir umboða.
Tað verður eitt av bestu U21-landsliðum, ið hevur vitjað í Føroyum, sum 10. oktober vitjar í Klaksvík hjá Føroyum, sum hava fult stigatal fyri tríggjar dystir. Frakland hevur enn ongan dyst spælt.
Í franska hópinum eru nógvir kendir leikarar, um ein fylgir væl við altjóða fótbólti. Leikarar sum til dagligt fáa spælitíð hjá liðum sum PSG, Tottenham, Manchester United, Frankfurt, Bournemouth, Burnley og Wolfsburg. Hópurin kann síggjast HER