Støðan er spent í HB eftir, at nakrir venjarar hava seg seg úr starvi síðstu tíðina og í dag fellir ein avgerð um, hvør verður venjari móti B36 mánakvøldið.
Í dag fer HB at viðgera støðuna saman við venjaranum Dalibor Savic, sum kemur til landið í dag. Sum bolt.fo skilir í dag, so er støðan framvegis tann, sum vit skrivaðu og mettu um í gjár. Ein møguleiki er, at HB-leiðslan vísir venjaranum álit og bakkar hann upp til dystin móti B36 fyri at síggja, hvønn veg tað ber og um ófriðurin rundanum steðgar samstundis sum úrslitini blíva nøktandi. Hin er, at høvuðsvenjarin fær sekkin. Hendir hetta seinna, so er Jákup Martin Joensen helst besta boðið uppá ein avloysara.
Dagarnir hjá Dalibor Savic í HB kunnu sostatt skjótt verða taldir, men tað er eisini ein møguleiki, at hann verður á síðulinjuni móti B36 mánakvøldið.