Einki lið sum hevur vitjað í Føroyum seinnu árini hevur havt ein hóp við so høgum virði sum U21-landsliðshópurin hjá Fraklandi, sum hevur eitt virði á 2,6 milliardir.
Talan verður um ein áhugaverdan dyst í Klaksvík, tí Føroyar hava fult stigatal eftir trý umfør. Og skulu Føroyar liva upp til U21-landsliðið í 2021 móti Fraklandi, so skal minst ein javnleikur til. Tá endaði tað 1-1, har Steffan A. Løkin skoraði føroyska málið. Av teimum sum spældu við tann dystin eru tveir framvegis við. teir eru Heini Sørensen og Áki Samuelsen.
Dysturin í Klaksvík byrjar kl. 17.00 og atgongumerki kunnu keypast á atgongumerki.fo.