Í morgun var lutakast til U21-undankappingina.
Føroyar fingu ein bólk við seks londum. Úr ovasta styrkislagnum kom Frakland, sum ofta er eitt av londunum, sum hevur nógvar sera evnaríkar leikarar. Eitt annað áhugavert mótstøðulið var Ísland, og tá koma vit yvir tveir dystir at síggja, hvar Føroyar standa seg ímun til grannarnar, sum í mun til fólkatal mangan standa seg nógv betri enn teir ''burdu''.
Bólkurin sum skal spælast í 2025 og 2026 var hesin:
Frakland
Sveis
Ísland
Føroyar
Luksemborg
Estland