Eisini Heini Z. Viðoy, Jan Hermansen og Allan Sigfríður Holm Mouritsen hava altjóða uppgávur hesa vikuna.
Fróði Danielsen verður UEFA-umboðsmaður til Youth League dystin millum Liverpool-Real Madrid, sum verður leiktur sama dag, mikudagin, sum somu lið spæla í Champions League. Dysturin verður vístur á TV3 Sport kl. 15.00.
Heini Z. Viðoy skal døma Youth League dystin í Slovakia mikudagin kl. 16.00 millum FK AS Trencin-Olymbiakós SFP (Grikkland). Hjálpardómarar verða Jan Hermansen og Allan Sigfríður Holm Mouritsen