Tað ljóðar, at ein ungur Víkingur í næstum fer at skifta til italskan fótbólt.
15 ára gamli Emil Jacobsen er áveg til Torino í Italia. Tað vita fleiri góðar keldur hjhá bolt.fo. Enn er skiftið ikki endaligt, men hendur einki óvæntað, so verður tað uppá pláss innan stutta tíð. Emil er ein av fleiri 15 ára gomlum Víkingum, sum hevur fingið undantaksloyvið at spæla við 1.deild í ár. Har hevur hann spælt sjey dystir sambært FaroeSoccer. Víkingur liggur á 2. plássi í deildini.