Skála hevur fingið triðju tilgongdina.
Skála skrivar:
Skála skrivar:
Markus Reisi legst aftrat hópinum
Skála ÍF og Markus Reisi hava skrivað undir ein tvey ára sáttmála
18 ára gamli Markus Reisi er eitt óskrivað blað í føroyskum fótbólti. Hann kom til MB í juni mánaða og er skrásettur fyri níggju dystir og fimm mál í ikonisku hvítu og bláu strípunum hjá MB.
Markus er úr Svøríki, men hevur fingið sín fótbóltsuppvøkstur í Onglandi. Feløg sum QPR, Crystal Palace og Wycombe Wanderers vóru áhugaði í honum sum akademileikara, so talan er um ein spennandi leikara.