B71 hevur styrkt um hópin.
B71 skrivar:
ØBERG ER B71ARI
20 ára gamli danski Mikkel Øberg kemur til B71 í nýggja árinum og skiftir sostatt úr HIK, har hann hevur verið serliga málfarligur í við U19 liðnum, umframt at hava fingið leiktíð á besta liðnum í triðjbestu deildini í Danmark. Áður hevur hann eisini leikt við OB eitt skifti fyri nøkrum árum síðani.
Tað er sera hugaligt at vit megna at lokka ungar evnaríkar leikarar aðrastaðni frá at velja Sandoynna og B71.
Sum sagt, so er Mikkel málfarligur offensivur leikari og vit gleða okkum at síggja hvussu hann kemur at passa inn í vaksandi hópin og ikki minst tann vaksandi hópin av dønum, ið nú gerast fleiri í talið.