Royn fekk tilgongd áðrenn evstamark mikudagin.
Fyrr í vikuni høvdu vit upptakt við Royn, har vit skrivaðu um tilgongd á sjey leikarar. Teir vóru:
Sjúrður Jensen (FC Hoyvík)
Jónas Bech (FC Hoyvík)
Boas Nitchke (FC Suðuroy)
Ári Thomassen (TB)
Teitur Midjord (TB)
Boas Heinesen (byrjaður aftur)
Jason Stovugarð (byrjaður aftur)
Í gjár legðist ein afturat. Talan kann blíva um ein lyklaleikara hjá Royn, tí hesin spældi ein stóran leiklut hjá Undrinum í 1.deild í fjør. Talan er um 23 ára gamla Tóka Næss Rasmussen. Hann kemur frá FC Hoyvík, har hann hevur spælt báðar dystirnar frá byrjan higartil í ár. Í fjør skoraði hann fýra mál fyri 1.deildarliðið hjá Undrinum. Sambært FaroeSoccer er hann skrásettur fyri 29 dystir í 1.deild, so talan er helst um ein góðan styrk hjá Royn.
Bolt.fo umrøður 2.deild í 2023
Bolt.fo koyrir eitt royndarár við regluligari umrøðu av 2.deild í 2023, har serligur dentur verður lagdur á feløgini, sum hava sítt besta lið í 2.deild. Tey feløgini eru MB, Royn og FC Suðuroy.