Í NSÍ skal hann helst avloysa Jasper Van Der Heyden.
NSÍ hevur nú kunngjørt nýggjan leikara, sum vit eisini nevndu herfyri var uppá tal. Talan er um danan Marius Kryger Lindh, sum skiftir frá B36. Vit skrivaðu 16. november, at NSÍ nærkaðist norskari venjaraloysn, men tann ætlanin fór sum skilst í vaskið nakrar dagar seinni.
Marius spælir mest sum vongur og kemur helst í hópin fyri Jasper Van Der Heyden, sum hevur skift til 07 Vestur.