Metingar siga, at KÍ endar í deildarspælinum í Conference League komandi summar.
FMD hevur gjørt eina dagførda forsøgn, har hugt verður eftir, hvussu tað hevði endað, sum kappingarnar endaðu í dag. KÍ byrjar í Champions League og hevur so mikið høgt styrkistal, at KÍ væntast at enda í deildarspælinum í Conference League. KÍ verður styrkismett í 1. umfari í Champions League, men ikki í 2. umfari, um KÍ skuldi komið hartil. Slíkar forsagnir skulu ikki takast fyri meir enn tær eru, tí tær m.a. taka ikki hædd fyri at fáa óheppin lutakøst.
Um kappingarnar endaðu nú, so høvdu lið sum Liverpool, Juventus, Monaco, Freiburg og Getafe verið millum møguleikarnar hjá føroyameistarunum. Sí mynd omanfyri.
Í Conference League deildini verða seks umfør spæld og endar kappingin áðrenn jól. Í Champions League og Evropa League deildini eru átta umfør, har tvey tey síðstu umførini eru í januar.