Tummas Lervig (KÍ) og Brandur Jacobsen (Víkingur) hava sitið leingi, men fyri øll hini forfólkini hjá feløgunum í Betri Deildini er tað galdandi, at tey hava sitið í mesta lagi í tvey ár.
Karstin Joensen tók við sum formaður hjá NSÍ síðst í oktober í 2022. Hann er tað forfólki, sum hevur sitið longst av átta feløgum í bestu deildini, tá vit ikki telja Tummas Lervig hjá KÍ og Brand Jacobsen hjá Víkingi uppí.
Forfólk byrjaðu hesi árini:
2008: Tummas Lervig (KÍ)
2012: Brandur Jacobsen (Víkingur)
2021:
2022: Karstin Joensen (NSÍ)
2023: Jóannes Prestá (Skála), Marita D. Magnussen (B36), Ransin N. Djurhuus (HB) og Rógvi Egilstoft (EB/Streymur)
2024: Njal Reinert-Petersen (ÍF), Jens Kristian Haraldsen (07 Vestur) og ???(B68)
Taka vit so feløgini í 1.deild, so er myndin hendan:
2020: Marius Thomassen (AB)
2022: Eyðbjørn Thomsen (FC Suðuroy)
2023: André Dalfoss (TB) og Fróði Danielsen (FC Hoyvík)
2024: Jóhanna Jancyardóttir (B71)