Føroyar fingu sítt besta úrslit í 2023 í síðsta undankappingardystinum.
Tað endaði 0-0 í Tirana í Albania. Talan var um eij rímuliga javnan dyst í málmøguleikum og málroyndum. Einaferð var brúk fyri eini stórbjarging frá innskifta Bárði á Reynatrøð, men í hinum endanum hóttu føroyingar fleiri ferðir, men tað manglaði tað síðsta. Antin kom eitt bein fyri ella raktu Føroyar ikki málið.
0-0 er annað stigið sum Føroyar fáa í 2023. Og tá talan er um útidyst móti vinnaranum av bólkinum, so má sigast, at talan var um ein flottan javnleik. Ein góður endi uppá eitt ár, sum annars hevur verið tungt fyri landsliðið.