Flestu av landsliðsleikarunum, sum hava spælt uttanlands síðstu árini, standa uttan felag.
Viljormur Davidsen, Gilli R. Sørensen og Gunnar Nielsen. Í summar leggjast Jóan Símun Edmundsson og Hallur Hansson afturat. Hesir fara at skifta felag nú ella í summar. Talan er um næstan allar teir royndu leikararnar á landsliðnum. Tí er tað eitt sindur serligt, at allir standa til at skifta felag innan fáar mánaðir.
Føroyar spæla aftur A-landsdystir í mars og tá hava fleiri leikarar helst fingið nýtt felag.
Stuðlað landsliðsumrøðuni á bolt.fo í 2022 hevur: