Fleiri leikarar hava spælt ólógliga við 1.deild í endaspurtinum.
Í 1.deild eru serligir reglar galdandi fyri leikarar yvir 21 ár síðstu trý umførini.
Grein 9
Leikari kann ikki flyta frá hægri til lægri deild eftir at fjórðseinasti dystur er leiktur í lægri deildini kappingarárinum. Hetta umfatar ikki leikarar, sum koma undir grein 8, stk. 3 Tó er loyvt leikara, sum í kappingarárinum hevur leikt í mesta lagi 3 dystir í hægri deildini, at flyta niður í lægri deildina í hesum dystum samsvarandi ásetingunum í grein 8.
Tað sum er avgerandi er, hvar leikarin spælir fjórðseinasta umfar ella seinasta umfar, har hann hevur spælt áðrenn tey trý seinastu umførini.
Í minsta lagi tveir leikarar spældu ólógliga í 25. umfari 3. oktober í dystinum millum Víking-EB/Streym í 1.deild, sum Víkingur vann 3-2. Sum skilst kærdi eingin hendan dystin.
28 ára gamli Tóki Johannesen, ið er skrásettur fyri 22 dystir í bestu deildini í ár, spældi við EB/Streymi og hann hevði bara spælt við besta liðnum umførini áðrenn.
24 ára gamli Rani Hansen, ið er skrásettur fyri 12 dystir í bestu deildini í ár, spældi við Víkingi. Hann spældi 24. umfar við 1.deild, men spældi sama 25. umfar við Betri Deildini og bleiv tá ólógligur í 1.deild, tí tað er altíð við lægra liðnum, at leikararnir blíva ólógligir.
Hetta hevði tó ikki havt stórvegis týdning fyri kappingina, tí sum skilst er mest upplagt, at bæði liðini høvdu verið dømd at tapt. Tað hevði gjørt, at Víkingur flutti frá 4. til 5. pláss, mðean ÍF flutti eitt pláss upp, um mann roknar nú aftaná útfrá endaliga stigatalvuni.