M.a. eru fleiri landsliðsleikarar, sum skifta felag, og onkur stór flyting verður tó av ongum.
Stóra flytingin í vetur sá út til at blíva Heidi Sevdal, sum var kunngjørd í KÍ fyrr í ár. Men nú ljóðar, at tann flytingin tó verður av ongum, og mest sannlíkt heldur Heidi fram í NSÍ. Í vetur vandi Jensa Tórálvsdóttir við KÍ, men tann flytingin bleiv heldur ikki av nøkrum, tí hon er nú aftur í Víkingi. Nakrar broytingar verða í Víkingi sum tað ljóðar. Málverjin Eyðgerð Berg er givin, men fyri hana er komin Rannvá við Streym, sum í fjør spældi við NSÍ. Jonnhild á Sondum, sum hevur verið í landsliðshópinum onkran dyst í fjør, skiftir somuleiðis frá NSÍ til Víking og tað sama ger Natalia D. Olsen sambært okkara upplýsingum.
Í HB er eisini ein nýggjur leikari lagdur afturat. Tað er Julia Naomi Mortensen, sum hevur 35 A-landsdystir á baki sambært FSF.
Nakrar leikaraflytingar millum feløg í Føroyum eru longu staðfestar frammanundan. M.a. hava Sara S. Shaki, Brá Zakariasardóttir og Lea Lisberg skift til HB. Eisini eru fleiri leikarar farnir uttanlands.
Í kvinnudeildini er ikki vanligt, at leikarar gera sáttmálar, og tí skulu allar leikaraflytingar takast við nógv størri fyrivarni, enn tá leikarar í Meistaradeildini hjá monnum skifta felag.