Hann hevur skorað nógv mál á U21-landsliðnum í ár og kann verða á veg til annað felag.
21 ára gamli Gutti Dahl-Olsen hevur síðstu árini umboðað barndómafelagið EB/Streym. Sambært FaroeSoccer er hann skrásettur fyri 17 mál í 99 dystum í Betri Deildini. Síðani er hann í 2023 skrásettur fyri trý mál á U21 landsliðnum í 75 minuttum, sum má sigast at verða framúr.
Sum skilst vísa fleiri topp 4 lið áhuga fyri Gutta. Gutti váttar fyri bolt.fo, at fleiri topp 4 feløg vísa sær áhuga, men hann sigur, at hann onga avgerð hevur tikið fyri 2024. Sum bolt.fo skilir frá øðrum keldum, so er HB eitt av feløgunum, sum hava víst áhuga.
Í vikuskiftinum skrivaðu vit, at hin U21-landsliðsálopsleikarin, Jørgen Nielsen, kann verða áveg til Víking ella B36.