Talið av liðum í EM- og HM-undankappingum hjá UEFA kemst av, at fleiri avgerandi dystir verða í Nations League.
Vit skrivaðu fyrr í vikuni um broytingar, sum UEFA hevur kunngjørt fyri Nations League, EM- og HM-undankapping. EM- og HM-undankappingarbólkarnir fara niður á fýra-fimm lið í 12 bólkum.
Nakrir play-off dystir koma afturat í Nations League, og tað er høvuðsorsøkin til hesa broyting. Í mun til núverandi Nations League, so koma 2’arnir og 3’arnir í Deild A og Deild B eisini at spæla play-off dystir um upp ella niðurflyting. Tað sum ikki er komið fram enn er, hvussu verður millum Deild C og Deild D, tí Deild D hevur bara sjey lið í mun til hinar tríggjar deildirnar, sum allar hava 16 lið. Sum kappingin er nú, so spæla tey fýra aftastu liðini í Deild C play-off dystir um at sleppa undan niðurflyting, tí bara tveir uppflytarar eru úr Deild D, men frá 2024 verða tað tey bæði vánaligastu liðini í Deild C, sum flyta beinleiðis niður. Her kundi kanska hugsast, at onkrir play-off dystir koma millum 3’arnir í Deild C og 2’arnir í Deild D, men tað er ikki komin nøkur kunning út um enn.
Afturat hesum kemur play-off til síðstu EM-plássini í 2024. Har er neyvan ein realistiskur møguleiki hjá Føroyum, ið gjørdist besti trý’arin í Deild C. Men høvdu Føroyar enda á plássinum hjá Luxemborg (á pappírinum merkir tað, at Føroyar høvdu vunnið heimadystin móti Luxemborg umframt at øll hini úrslitini annars vóru tey somu) so hevði verið ein góður kjansur fyri, at Føroyar skuldu spælt play-off hálvfinalu um at sleppa til EM. Tí kemur bara ein av teimum fýra bólkavinnarunum úr Deild C til EM umvegis sín EM-undanbólk, so kemur Luxemborg við ístaðin. Hyggja vit eftir bólkunum, so er kanska serliga hugsandi, at Turkaland kann spæla seg til EM umvegis sín EM-undanbólk, og so sleppur Luksemborg til play-off, har hini liðini tá vildu verið Georgia, Grikkaland og Kasakhstan. Her er aftur ein nýggj skipan eftir EM í 2024, har nakrir 2’arir og nøkur lið frá Nations League fara at kappast um síðstu EM-plássini, meðan skipanin til HM-endaspøl inni inniheldur Nations League í eins stóran mun, tí tað eru bara 16 pláss til lond í Evropa til HM-endaspælið í 2026 í mun til 24 í EM-endaspælinum í 2024.
UEFA skrivar, at endamálið við broytingunum er at fáa eitt meira meiningsfult endaspæl í Nations League eins og eitt meira ’’compact format’’ í bólkaspølunum, sum hevur meira hugfangandi dystir uttan at økja talið av dystum. Bólkarnir skulu ikki blíva so forútsigiligir, men heldur meir dynamiskir.
Bólkar við fimm liðum byrja í mars ella juni, meðan bólkar við fýra liðum byrja í september, skrivar UEFA.