Nú byrjar topp 5 at forma seg sum tað hevur gjørt undanfarnu ár.
NSÍ og Víkingur vunnu tryggar sigrar á heimavølli, men tað var hjá HB á útivølli móti EB/Streymi, at tað stóð mest á. EB/Streymur kom á odda seint í dystinum, men HB fekk vent tí og vann enn einaferð á EB/Streymi, sum HB hevur havt gott tak á.
Eftir dagsins úrslit byrjar stigatalvan í topp 5 at líkjast henni, sum tey flestu tippaðu frammanundan. Topp 3 er tað sama sum í fjør og tað er bara AB, sum er frammanfyri Víking, men dagsins úrslit vísti, at tað neyvan verður leingi til Víkingur hevur yvirhálað AB.
Hinvegin er torført at taka dagar millum liðini í toppinum og í botninum, og tað ger kappingina spennandi.
Úrslitini í dag:
Víkingur-AB 4-0
NSÍ-07 Vestur 2-0
EB/Streymur-HB 1-2