Um eingin forðing verður inni millum skerðini, so verður tað Eyðun Klakstein, sum verður komandi landsliðsvenjari hjá Føroyum. Tað skrivaði Norðlýsið fyrr í dag og nú siga fleiri keldur hjá bolt.fo tað sama.
Nú skulu persónligu viðurskiftini koma uppá pláss, men tað verður neyvan nakar trupulleiki. Sum skilst er mest sannlíkt, at tíðindafundur verður mánadagin, har landsliðsvenjarin verður kunngjørdur. Væntandi verður Atli Gregersen hjálparvenjari eins og hann hevur verið á U21-landsliðnum og í november í Nations League.
FSF hevur sostatt valt loysnina, sum sambært fleiri hevur størst fólksliga uppbakningin. Eisini gevur hendan loysnin best meining, tá tað er so stutt til komandi landsdystir, tí Eyðun kennir føroyskan fótbólt og skal ikki brúka nakra tíð at seta seg inní tað, sum aðrir útlendskir venjarar skuldu.
Eyðun Klakstein hevur fingið góð úrslit við U21-landsliðnum síðstu árini og fekk eisini rokkið úslitunum sum kravdust í tveimum útidystum fyri at halda sær í deild c í november. Tískil er grundarlagið gott og leikararnir vita, hvat teir koma til.
Fyrstu dystirnir verða í mars móti Kekkia og Montenegro á útivølli.