Í dag verður síðsta umfar í endaspælinum hjá kvinnum.
Í Klaksvík verður avgerandi dysturin kl. 15.00, har tey bæði bestu liðini bresta saman. Men málmunurin er so mikið stórur, at KÍ skal tapa við heili sjey málum, um KÍ skal missa oddasessin til verandi meistarar úr NSÍ. Tað er neyvan serliga sannlíkt.
Kl. 12.30 spæla HB-Víkingur dyst um bronsuna. HB er trý stig frammanfyri, men málmunurin er so mikið javnur, at Víkingur fer framum, um Víkingur vinnur dystin.