Kreppa í 07 Vestur, sum liggur til niðurflyting í summarsteðginum.
FC Suðuroy vann 4-3 á Eiðinum í Vági móti 07 Vestur og vann síni fyrstu stig í 11 umfør. 07 Vestur hevur onga effekt fingið av venjaraskiftinum og nú er kreppa í 07 Vestur, tí endaði kappingin nú, so flutti 07 Vestur niður. Og tað er við einum liði, sum síðstu umførini stórt sæð ongar lokalar leikarar hevur brúkt.
Í Trongisvági vann NSÍ 6-2 og hevur beina kós móti málmetinum í Betri Deildini. Til tað krevst 37 mál síðstu 11 umførini.
Á Svangaskarði var talan um ein undirhaldandi dyst, sum endaði 2-2 eftir, at EB/Streymur var á odda 2-0.
Úrslitini í dag:
B68-EB/Streymur 2-2
TB-NSÍ 2-6
FC Suðuroy-07 Vestur 4-3
Í morgin er stóra grannauppgerðin, tá B36-HB møtast kl. 15.00.