Fyribils er talan bara um eina frágongd hjá uppflytarunum.
FC Suðuroy skal á fyrsta sinni síðani 2015 luttaka í bestu deildini í 2025. Vit hava spurt okkum fyri, hvør frágongd kann væntast. Og fyribils er talan bara um Valerian Iobashvili úr Georgia. Hann spældi við FC Suðuroy í 2015, 2016 og so hesi síðstu trý árini sambært FaroeSoccer.
Í ár spældi 35 ára gamli miðverjin 20 dystir. Orsøkin til at hann ikki heldur fram er, at hann er í Føroyum uppá arbeiðsloyvið og í bestu deildini eru strangari krøv á hesum øki fyri útlendingar, sum m.a. skulu hava ein sáttmála, har ítróttarparturin fyllir lutfalsliga nógv av samlaðu inntøkuni.