Teir væntast at fáa ein lyklaleiklut á besta liðnum ha FC Suðuroy komandi ár, tí teir hava roynst væl higartil.
FC Suðuroy skrivar:
EMMANUEL OG JIMMY HALDA FRAM
Vit gleðast um at kunngera, at miðvallarin og verjuleikarin, ið báðir hava verið í felagnum í gott tvey kappingarár, hava longt sáttmálarnar. Talan er um 2-ára sáttmálar.
Í FC Suðuroy eru vit sera fegin um, at báðir hava valt at halda fram í felagnum, og er hetta ein góð byrjan uppá fyrireikingarnar til komandi kappingarár í 1. deild.
Meir verður at frætta í næstum!