FC Suðurðoy vann í Runavík í gjár.
Talan var um útsettan dyst, sum FC Suðuroy vann 2-1. Sigurin ger, at FC Suðuroy hevur 19 stig fyri sjey dystir. Fýra stig eru niður til B71 og níggju stig niður til ÍF, sum er nærmasti kappingarneyti um uppflyting. TB kann tó komu uppá 14 stig, um TB vinnur sínar báðar útsettu dystir.