FC Hoyvík boðar frá, at nýggjur høvuðsungdómsvenjari er settur. Allan Mørkøre hevði annars sáttmála sum høvuðsungdómsvenjari fyri nøkur ár afturat, men fyrr í dag bleiv hann kunngjørdur sum nýggjur høvuðsungdómsvenjari hjá AB.
FC Hoyvík skrivar:
LEIVUR SIMONSEN HØVUÐSUNGDÓMSVENJARI Í HOYVÍK
Í kvøld hevur nevndin undirskrivað sáttmála við Leivur Simonsen, soleiðis at hann komandi kappingarárið verður okkara høvuðsungdómsvenjari.
Leivur er kendur í felagnum, her hann hevur verið virkin í fleiri ár.
Leivur hevur nýliga lokið prógv sum UEFA A-venjari, og síggja vit fram í móti einum góðum og mennandi kappingarárið, har Leivur saman við okkara barna- og ungdómsvenjarum koma at mynda venjingarnar.
Skjótt verða venjingartíðir hjá øllum okkara liðum tøkar, og síggja vit framhaldandi fram til at síggja nógv børn og ung á Hoyvíksvøllinum.