Vit hava spurt Andrias Edmundsson, hvar hann spælir í 2023.
Andrias Edmundsson var í vetur og vandi við Odd í Norra eftir, at hann fekk sín fyrsta landsdyst. Síðani hevur hann verið settur í samband við Víking fyri nøkrum vikum síðani. Men hann hevur sáttmála við Águilas í Spania fram til í summar.
- Støðan er tann, at eg havi hálvt ár eftir av sáttmálanum her í Spania. Tað passar at nøkur feløg í Føroyum hava víst mær áhuga, men eg vil helst verða uttanlands og eg føli nú aftaná skaðan, at eg saktans kann gera meg galdandi uttanlands. So fáa vit at síggja, hvørjir fyri møguleikar fara at stinga seg upp, sigur Andrias Edmundsson við bolt.fo.
Andrias Edmundsson hevur fingið nógva spælitíð í 2023 fyri Águilas, sum liggur klárt á odda í sínum bólki í 5. bestu deildini.