Í Sandefjord er ein føroyingur ungdómsvenjari.
Tróndur Sjúrðarson (FC Suðuroy) Markus Danielsen (NSÍ), Jógvan í Skála (HB) og Jónas Gaard (HB) hava hesa vikuna vant við norska felagnum Sandefjord, har teir hava roynt seg við U17- og U21-hópunum. Har kann nevnast, at venjari hjá U14 í Sandefjord er føroyingurin Ríkin N. Djurhuus, og hann er eisini hjálparvenjari hjá U17-liðnum.