23 ára gamal føroyingur fer eftir summarsteðgin at royna seg sum venjari í einum av mest framkomnu akademium í Skandinavia.
Talan er um Tóka Olsen, sum í nøkur ár hevur verið venjari hjá ungdómsliðum hjá Víkingi. Hann er í løtuni í gongd við at taka A-venjaraútbúgving og 1. august byrjar hann í starvi hjá FC Midtjylland (FCM).
- Eg skal vera partur av ungdómsvenjarahópinum hjá FCM, har eg komi at starvast sum ’’individual Coach’’ hjá einum av U13, U14 ella U15-ungdómsliðunum hjá FCM, har eg skal hava ábyrgdina av menningini hjá teimun einstøku leikarunum. Fyrsta árið er royndarár, og síðani verður avgerð tikin, um eg skal halda fram. Eg havi valt at fara, tí at tað virkaði sum ein spennandi avbjóðing, har eg kann mennast nógv sum venjari, sigur Tóki Olsen við bolt.fo.
Tóki hevur áður eisini arbeitt fyri altjóða fyritøku, har arbeitt hevur verið við at greinað leikarar.