Stóra felagið í Esbjerg liggur í løtuni á 2. plássi í triðbestu deildini í Danmark.
Esbjerg skrivar á síni heimasíðu í dag, art felagið hevur tríggjar leikarar til royndarvenjing komandi tíðina. Millum hesar er føroyski landsliðsleikarin, Pætur Petersen, sum síðstu árini hevur spælt við HB, men sum ongan sáttmála hevur í løtuni og sum ikki hevur fjalt, at hann ynskir at royna seg uttanlands.