Tað sá ikki so vakurt út fyrsta tíman, men samanlagt vunnu Føroyar ein uppibornan sigur í Gibraltar.
Seks broytingar vóru á liðnum og kanska var tað viðvirkandi til, at nógv orka var á liðnum síðsta hálva tíman og eins og í heimadystinum blivu Føroyar betri gjøgnum dystin. 0-0 var í hálvleikinum og einasta stóra málmøguleikan í fyrra hálvleiki hevði Gunnar Vatnhamar, sum skallaði viðsíðuna av.
Í seinna hálvleiki hendi meir og Gibraltar hótti eisini, men Føroyar høvdu fleiri møguleikar og eftir væl spælt álop í høgru millum væl samanspældu Jóannes K. Danielsen og Árna Frederiksberg endaði innleggi hjá Brandi H. Olsen, sum ikki rakti bóltin væl, men tó so mikið, at málverjin ikki helt bóltin og so kundi Martin Agnarsson skorað sítt fyrsta landsliðsmál. 1-0 gjørdist úrslitið í einum dysti, har Jóan Símun Edmundsson eisini sett met fyri flestar landsdystir.
Føroyar hava nú seks stig og hava megnað at vunnið báðar dystirnar, har Føroyar høvdu ein favoritt leiklut. Nú er lagt upp til tveir spennandi heimadystir í heyst móti Montenegro og Kekkia, har møguleikin at fáa stig eigur at verða til staðar móti serliga Montenegro.