Tað var spenningur fyri allar pengarnar á Tórsvølli í kvøld.
Føroyar vóru samanlagt omaná, men Georgia vísti eisini dygdir. Eitt mál kom í dystinum, og tað skoraði Anna Carolina Brændstrup eftir, at Ásla Johannesen var sloppin ígjøgnum í vinstru, verjan hjá Georgia ikki fekk ruddað burtur, og so kundi Anna Carolina trillað bóltin í málið til stóra gleði fyri teir yvir 700 áskoðararnar. Seks minuttir blivu lagdir afturat, og tá komu Føroyar undir trýst. Og hesa løtuna sóu vit eisini, at nakað er at arbeiða við, tá ein slík leiðsla skal haldast, tí Føroyar høvdu fleiri góðar støður við bólti, har bólturin bleiv alt ov lætt mistur.
1-0 støðan helt á mál, og so verður alt at spæla fyri um 2. plássið í bólkinum, tá Føroyar 5. juni spæla síðsta dystin í Georgia.
Eftir dystin bleiv ein stórspælandi Birita Ryan vald til dagsins leikara.